Eysturskúlin

Skúlin bleiv umvældur í 2003 og 2006-2007

ÁTS hevði høvuðsarbeiðstøkuna av hesum arbeiði.

Arbeiði fevndi um totala umvæling av samkumuhøllini, tað vil siga at allur útveggurin varð skiftur út, nýggj vindeygu við sólstoppandi glasi vórðu ísett, berandi bjálkar úr stáli vóru uppsettir, somuleiðis var alt takið skift og berandi I-profilar lagdir at bera takinum. Upp undir I-profilunum blivu límtræðbjálkar lagdir, og síðani bleiv taki spent upp.

A og B Lonirnar vórðu somuleiðis umvældar. tað vil siga at allur útveggurin bleiv skiftur, takdúkur bleiv lagdur á takið, og takverkið bleiv bjálvað. Vindeygu og hurðar vórðu skiftar.

Undirveitarir vóru EL LM Electrik, HVS Renovent, takálegging Intakt, takbjálving Húsabjálving og máling Magni Jacobsen.

Her síggjast myndir av teimun lidnu bygningunum.


Okkara bústaður

ÁTS Sp/f
á Fløtum 14
FO-180 Kaldbak
Føroyar

tel: 21 75 46
e-mail: ats@ats.fo